Um Sangir til framtíðina
Í 2019 skipaðu Óperudagar fyri einari yrkingakapping fyri fólkaskúlanæmingum, har børn vórðu eggjað at senda inn yrkingar, sum tey sjálvi høvdu skrivað um náttúruna, veðurlagið, framtíðarhugsanir og dreymar. Endamálið við kappingini var at fáa eina fatan av hugaheiminum og hugsanum hjá børnum um hesi evni umframt at styrkja teirra luttøku í mentanarlívinum. Íblásturin til verkætlanina fingu fyriskipararnir frá Gretu Thunberg og hennara megnararbeiði í veðurlagsviðurskiftum. Nakrar yrkingar verða valdar til at fáa tónleik til í samstarvi við norðurlendsk tónaskøld.
Fýra yrkingar vórðu valdar burturúr rúgvuni av innkomnum yrkingum, og síðani fingu fýra ymisk tónaskøld til uppgávu at gera tónleik til yrkingarnar.Síðani tá hevur verkætlanin verið víðariment í samstarvi við festivalin Nordic Song Festival (NSF) í Trollhättan í Svøríki og Tórshavnar Musikkskúla í Føroyum. Nýggj norðurlendsk lond og samstarvsfelagar eru á veg inn í samstarvið, og málið er at røkka út til børn, barnakór og samstarvsfelagar úr øllum Norðurlondum.Sum frálíður verður møguligt at lesa og lurta eftir barnayrkingunum her á síðuni á øllum norðurlendskum málum og øðrum málum, sum børn í norðanlondum brúka. Børn kunnu senda okkum nýggjar yrkingar og upptøkur av teimum, so tað ber til at lurta eftir teimum, og tað er eisini møguligt at senda inn myndir og tekningar.
Vinarliga havið í huga, at tað tekur okkum nakrar vikur at koma ígjøgnum innkomnar yrkingar, myndir og upptøkur. Síðani byrjan hevur verkætlanin fingið stuðul frá Loftslagssjóði, Norrøna mentanargrunninum, Norrønu ráðharraráðnum, Reykjavíkurborg, Tónlistarsjóði og ymiskum svenskum og føroyskum grunnum.